Nógv makrelarbeiði í Vopnafirði

Nógv makrelarbeiði í Vopnafirði
So nógv makrelarbeiði hevur verið á uppsjóvarvirkinum hjá HB Grandi í Vopnafirði seinastu tíðina, at umleið ein fjórðingur av øllum íbúgvunum í býnum arbeiða á virkinum
Nógv makrelarbeiði hevur verið á uppsjóvarvirkinum í Vopnafirði í Íslandi seinastu tíðina.
 
10.08.2013 - 10:02

Vanliga arbeiða millum 120 og 150 fólk á virkinum, onkuntíð, tá nógv er at gera, eru tey fleiri. Við ársbyrjan búðu 527 fólk í Vopnafirði. Leggja vit fyrrverandi íbúgvar, sum koma til býin at arbeiða makrelvertíðina aftrat, og nøkur teirra, sum koma úr grannabygdunum, so arbeiðir umleið ein fjórðingur av íbúgvunum í Vopnafirði makrel á uppsjóvarvirkinum hjá HB Grandi. 

Thorgrímur Kjartansson, góðskuleiðari, sigur, at arbeiðið og framleiðslan hevur gingið heilt væl seinastu tíðina. Fiskiskapurin er støðugur, makrelurin er stórur, og tað ger stóran mun, at vit hava fingið triðja skipið í fiskiskap. Talan er um Lundey NS.

- Vit arbeiða við fullari ferð alt samdøgrið. Tað kann henda, at ein steðgur er upp á einar tveir tímar, meðan vit bíða eftir at avreitt verður. Seinastu tíðina hava vit bara arbeitt makrel. Størsti makrelurin verður heilfrystur til matna. Ógvuliga lítið fer til olju og fiskamjøl, sigur hann.

Fýraskiftirvaktir
Arbeitt verður í fýraskiftisvaktum. Tríggjar vaktir eru til arbeiðis í senn, meðan fjórða vaktin hvílir. Tá ein vakt hevur arbeitt í 12 dagar, hevur hon frí í 4 dagar. Hinvegin eru eisini nøkur arbeiðsfólk á virkinum, sum eru undir 18 ár, og sambært lógini kunnu tey bara arbeiða í 6 dagar út í eitt.

Kelda: fishnewseu.com

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425