SEV til reiðar at selja avlopsorku frá vindi

SEV til reiðar at selja avlopsorku frá vindi
Vindmyllurnar fara at framleiða meira enn tað, sum SEV kann taka ímóti
Í fyrstu syftu verður SEV ikki ført fyri at taka ímóti allari orkuni frá vindmyllununum, men avlopsorkan kann eitt nú fara til Fjarhitafelagið.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
14.09.2022 - 18:00

SEV er til reiðar at lata avlopsorku frá vindi til Fjarhitafelagið, men tað verður ikki ókeypis, tí tað hevur SEV ikki loyvi til. 

Tað sigur Hákun Djurhuus, stjóri í SEV, í sambandi við tíðindini í gjár um, at tað er lagamanni hjá Fjarhitafelagnum at taka ímóti avlopsorku frá vindmyllum til fjarhitaskipanina í Tórshavnar kommunu.

Um møguleikan hjá SEV at sleppa av við ein part av avlopsorkuni, sum tær mongu vindmyllurnar fara at framleiða meira enn tað, sum SEV kann taka ímóti, sigur Hákun Djurhuus, stjóri í SEV:

 

14092022_Hakun_um_avlopsorku

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 22. apríl
Kakumiks 2 (5:7) - teknmálstulkað
207402
Mikudag 22. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207395
Týsdag 21. apríl
Veðrið
207372
Týsdag 21. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
207347
Mánadag 20. apríl
Veðrið
207325