Tapti valið, men heldur fram sum forkvinna

Tapti valið, men heldur fram sum forkvinna
Nú er greitt, at borgarligu flokkarnir í Svøríki fara at skipa stjórn eftir valið sunnudagin
Magdalena Andersson, forsætisráðharri, viðgekki í gjárkvøldið, at hon hevur tapt valið.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
15.09.2022 - 08:54

Úrslitið av svenska ríkisdagsvalinum er greitt, og tað vísir borgarligan meiriluta.

Teir fýra flokkarnir á borgarliga veinginum fingu 176 sessir í ríkisdegnum, meðan flokkarnir á vinstraveinginum fingu 173 sessir.

Svenski forsætisráðharrin, Magdalena Andersson, viðgekk í gjárkvøldið, at hon hevði tapt valið, og hon boðaði frá, at hon í dag fer at leggja frá sær sum forsætisráðharri.

 

Heldur fram sum forkvinna

Magdalena Andersson fegnaðist um, at svenski Javnaðarflokkurin hevði framgongd á valinum, men iðraði seg um, at tað ikki var nóg mikið til at halda fram sum forsætisráðharri.

Og hon gjørdi greitt, at hon fer at halda fram sum forkvinna í flokkinum.

Og hon segði seg hava varhugan av, at borgarligu flokkarnir fara at samstarva við Svøríkisdemokratarnar, heldur enn at royna at finna eina semju tvørtur um miðjuna í svenskum politikki:

 

15092022_Magdalena_1

 

Magdalena Andersson duldi ikki fyri, at hon ivast stórliga, hví so nógvir sviar velja Svøríkisdemokratarnar, tí flokkurin breiðir hatur, men hon segði seg kortini skilja svenska fólkið:

 

15092022_Magdalena_2

 

 

Formaðurin fyri Moderatarnar, Ulf Kristersson, hevur alla tíðina sagt seg miða eftir eini borgarligari stjórn, og at hann sjálvur verður forsætisráðharri:

 

15092022_Ulf_til_net


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Mánadag 21. september
Norðurljóð 21.september 2026
213480
Mánadag 21. september
RagnarRokk: Maggy Luyten um You´ve Been Served
212905
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473