Gongd í haga aftur í tinginum

Gongd í haga aftur í tinginum
Eitt uppskot til samtyktar frá Javnaðarflokkinum fær fyrstu viðgerð í dag
Javnaðarflokkurin hevur uppskot til samtyktar um rættin hjá føroyingum at ganga í haga.
 
15.09.2022 - 10:16

Løgtingið fer í dag at viðgera afturvendandi spurningin um gongd í haga.

Javnaðarflokkurin hevur uppskot til samtyktar um rættin hjá føroyingum at ganga í haga.

Tingfundurin er kl.11.

Javnaðarflokkurin hevur eisini uppskot til samtyktar um at leggja allar almennar bygningar um frá olju til varandi orkuskipanir, og um at játta meirvirðisgjaldið av útlendskum stroymingartænastum til føroyskan film, tónleik, mentan og list.

Tingfundur verður aftur mikudagin 28. september 2022.

Tá eru fyrstu ófráboðaðu fyrispurningarnir í hesari tingsetuni á dagsskránni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961