BYRTA - Norðlýsið (Filmstjóri: Heiðrik á Heygum)

Skermmynd úr videolagnum
BYRTA - Norðlýsið (Filmstjóri: Heiðrik á Heygum)
BYRTA, ið hevur ríkað føroyska pallin við nógvum tónleiki í summar, er nú úti við spildurnýggjum videolagið. Tað er maðurin handan mongu videoløgunum, Heiðrik á Heygum, ið hevur framleitt og stílað fyri.
12.08.2013 - 08:30

Rannvá Egholm

rannva@roddin.fo

 

Heiðrik á Heygum hevur nógv jørn í eldunum, og í gjár varð komið við enn einum videolagið. Hesaferð var tvíbólkurin BYRTA kundin.

 

 

- Hugskotið kom til mín, tá Guðrið og Janus spældu sangin, Norðlýsið, fyri mær, langt áðrenn fløgan kom út. Eg fekk fløguna frá teimum, tí eg skuldi gera teirra húsa. So fortaldi eg teimum mítt hugskot, og tey elskaðu tað, sigur Heiðrik á Heygum við Röddina um nýggja videolagið hjá BYRTA.

 

Heiðrik hevur kent Guðrið og Janus leingi, og tey hava áður arbeitt saman sum einstaklingar og bólkur. Heiðrik hevur m.a. gjørt húsar og sungið kór hjá Guðrið og gjørt tónleik saman við Janusi. Tey eru trý góð vinfólk, samstarvið riggar væl, og so eru tey eisini rættiliga á somu bylgjulongd.

 

- Eg elski at arbeiða saman við teimum. Tey eru so crazy og við upp á tað ringasta, so tey fáa tað besta burturúr mær. Vanliga plaga fólk, sum eg arbeiði saman við, at halda, at tað er eitt sindur ov nógv, meðan tey siga bara meira.

 

- Eg havi altíð longst eftir onkrum sexutum og brutalum í tí føroysku listini. Onkrum við humor. So hugsaði eg bara, at tað hevði verið mega stuttligt, at gera eitt hip hop video í Føroyum. Tað passar ikki ordiliga til, sigur Heiðrik og lýsir videolagið sum stórbýar/ríkmanslív vs. Føroyum.

 

Í løtuni arbeiðir Heiðrik á Heygum saman við Eivør, og hesaferð er tað lagið Rain, ið skal sjónliggerast. Longu í endanum av august kunnu vit møguliga vænta okkum videolagið. Heiðrik og Eivør hava fyrr arbeitt saman, og úrslitið av góða samstarvinum kann síggjast við at hyggja eftir True Love.

 

Áðrenn tað kemur so langt, tjekkið so nýggja videolagið frá BYRTA: Norðlýsið

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.