Løgmaður á ST-aðalfundi

Løgmaður á ST-aðalfundi
Ætlanin er eisini, at løgmaður skal vitja virkið hjá Bakkafrosti í New Jersey
Bárður á Steig Nielsen, løgmaður
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
19.09.2022 - 08:50

Løgmaður er farin til New York á 77. aðalfundin hjá ST. 

Í morgin verður Bárður á Steig Nielsen saman við flestu av heimsins leiðarum hjástaddur, tá aðalorðaskiftið í ST byrjar.

Hann verður við til ymisk tiltøk og fundir í sambandi við ST-aðalfundin, og ætlanin er eisini, at løgmaður skal vitja virkið hjá Bakkafrosti í New Jersey.

Hetta er fyrstu ferð, at Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, er á ST-aðalfundi.

 

ST-høvuðsborgin í New York.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 15. november
Bolero - Niels V. Gade
216433
Sunnudag 15. november
Guðstænasta í Haldarsvíkar kirkju
216428
Sunnudag 15. november
Filosofiskur 8.partur
216351
Leygardag 14. november
TEMAPLÁTAN 40: 'Fahrenheit', Toto, 1986
215932
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Møti
216442
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Sunnudag 15. november
Talvið um Tinganes (2:2) - teknmálstulkað
216435