Ulf Kristersson roynir nú at skipa stjórn í Svøríki

Ulf Kristersson roynir nú at skipa stjórn í Svøríki
Formaðurin í ríkisdegnum hevur heitt á formannin í Moderata flokkinum um at fara undir stjórnartingingar
Ulf Kristersson, formaður í Moderata flokkinum, tá hann hitti formannin í ríkisdegnum, Andreas Norlén, fyrrapartin.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
19.09.2022 - 14:46

Formaðurin í Moderata flokkinum í Svøríki hevur fingið litið upp í hendur at skipa nýggja stjórn í Svøríki, skriva svenska tíðindastovan, TT, og Ritzau.

Formaðurin í ríkisdegnum, Andreas Norlén, hevur heitt á Ulf Kristersson um fara undir stjórnartingingar.

Flokkarnir á bláa veingi vunnu ríkisdagsvalið, og hóast Moderati flokkurin gjørdist minni enn Svøríkisdemokratarnir, var roknað við, at Ulf Kristersson fór at fáa møguleikan at skipa borgarliga stjórn.

Liberali flokkurin, sum hoyrir til bláa veingin,  hevur sagt, at hann er ímóti, at Svøríkisdemokratarnir koma upp í stjórnina.

Ulf Kristersson hevur seinastu dagarnar loddað dýpið hjá hinum borgarligu flokkunum, og hann sigur, at samráðingarnar hava gingið væl.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Leygardag 11. juli
HM-tíðindi 11. juli 2026
210819
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815