Sjómannadagarnir í Klaksvík byrja í kvøld

Sjómannadagarnir í Klaksvík byrja í kvøld
Summarfestivalurin er so dánt farin aftur um bak, so skipa klaksvíkingar aftur fyri stórum tiltakið, nú eru tað sjómannadagarnir. Byrjað verður longu í kvøld, og sjómannadagarnir halda fram alla vikuna
Stjórin í Fiskamarknaði Føroya, Jens Christian Olsen, byrjar sjómannadagarnar við tiltaki í Eik Banka í kvøld.
 
12.08.2013 - 15:03

Fyrsta tiltakið verður í hølinum hjá Eik Banka í kvøld, har stjórin á Fiskamarknaði Føroya, Jens Christian Olsen, fer at greiða frá. Tveir filmar verða eisini sýndir.

Annar hevur heitið "Hagreiðing umborð", og hin eitur "Fisheri Management".

Tað er Fiskamarknaður Føroya, sum hevur gjørt filmarnar.

Stóri sjómannadagurin verður í Klaksvík leygardagin, og tað verður landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, sum setir dagin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327