Fylgja ikki altíð reglunum um útbjóðing

Fylgja ikki altíð reglunum um útbjóðing
Í onkrum føri sigur stovnur seg ikki hava orku til at gera útbjóðingartilfar ella tilboðsfyrispurningar
Landsgrannskoðanin hevur grannskoðað landsroknskapin fyri 2021.
 
21.09.2022 - 08:31

Almennir stovnar fylgja ikki altíð reglunum um útbjóðing av vørum og tænastum, og biðja heldur ikki um undantak.

Tað sigur Landsgrannskoðanin í frágreiðingini um landsroknskapin fyri 2021, sum er latin løgtingsgrannskoðarunum.

Víst verður á, at dømi eru um, at ráðgevingaravtalur eru ikki bodnar út. Í onkrum føri sigur stovnur seg ikki hava orku til at gera útbjóðingartilfar ella tilboðsfyrispurningar.

Eisini er dømi um, at stovnar halda ávísar veitarar vera bestar at gera uppgávurnar, ella tænastan er so serstøk fyri stovnin, at hon ikki kann bjóðast út millum fleiri.

 

Keypsportalurin 

Tað verður gjørt, hóast tað í rundskrivi frá Fíggjarmálaráðnum “um keyp av vørum og tænastum” er ásett, at keyp av vørum og tænastum skulu bjóðast út alment á Keypsportalinum, um keypið er størri enn 500.000 kr.

Eisini er ásett, at keyp fyri 50.000-500.000 uttan mvg, kann avgreiðast við tilboðsfyrispurningi frá í minsta lagi tveimum veitarum, og at tílík keyp kunnu eisini verða boðin út á Keypsportalinum.

Landsgrannskoðanin hevur eisini víst á, at einki forðar fyri at biðja um prísir frá fleiri til keyp av vørum og tænastum, sum kosta undir 50.000 kr., út frá sjónarmiðinum um at fáa
sum mest fyri pening skattgjaldarans, stendur í frágreiðingini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928