Ríkisákærin: Trump og børnini hava framt svik

Ríkisákærin: Trump og børnini hava framt svik
Ríkisákærin í New York hevur, sambært CNN, stevnt fyrrverandi forsetanum, Donald Trump, trimum børnum hjá honum og Trump-samtakinum
Letitia James, ríkisákæri, hevur stevnt Donald Trump og børnunum Eric og Ivanku, tí tey hava framt svik
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
21.09.2022 - 17:57

Í meira enn 200 síður longu stevningini sigur Letitia James, ríkisákærin, at Trump og børn hansara hava framt svik.

Sambært The Guardian, stendur í stevningini, at Donald Trump við hjálp frá børnunum Donald Trump yngra, Ivanku og Eric og frá tveimum í ovastu leiðsluni í samtakinum, í meira enn 10 ár av órættum at hava blást upp netto-ognina hjá fyrrverandi forsetanum við milliardum av dollarum fyri at fáa bankar at læna sær pening.

 

Lumpað skattamyndugleikarnar

Trump og børnini skulu hava lumpað skattamyndugleikar, tryggingarfeløg og lánsveitarar við at brúka misvísandi virðir fyri ognirnar hjá Trump.

Sambært CNN, setti ríkisadvokaturin í 2019 í verk kanning, eftir at ein fyrrverandi advokatur hjá Trump, Michael Cohen, vitnaði í Kongressini, har hann segði, at Trump hevði blást upp virðið á fleiri bygningum fyri at fáa lán og trygging.

Sambært ríkisákæranum, eru "greið prógv" fyri skuldsetingunum. 

 

Gav ikki frágreiðing

Í apríl vóru kanningarnar hjá ákærumyndugleikanum nærum lidnar, tó var neyðugt at fáa frágreiðing frá Trump, áðrenn avgerð var tikin um málið. 

Trump nýtti sín rætt til ikki at geva frágreiðing sambært sonevnda "Fifth Amendment" í amerikonsku grundlógini. 

Sama gjørdi sonurin Eric Trump, sum er vinnulívmaður.

 

Hava tosað við ákæruvaldið

CNN veit frá keldum, at Ivanka Trump og Donald Trump yngri hava tosað við ákæruvaldið.

Talan er ikki um revsirættarliga stevning, so at revsiákæra verður reist móti familjuni, skrivar New York Times.

Men Letitia James, ríkisákæri, vil forða teimum stevndu í at reka vinnuvirksemi í New York aftur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870