Breddin: Prísvøkstur, Sernám og val í Italia

Breddin: Prísvøkstur, Sernám og val í Italia
Trý evni eru í sendingini í dag
Nú er vorðið so dýrt at liva í Føroyum, at summi fara svong í song.
 
23.09.2022 - 09:40

Prísvøksturin fær tað nú av álvara at sansa at hjá alsamt fleiri føroyingum. Fleiri biðja um hjálp frá vælgerandi felagsskapum, og nøkur fara svong í song.

Hvat fer landsstýrið at gera við støðuna? Tað spyrja vit landsstýrismannin í almannamálum, sum verður í útvarpsstovuni.

Stjórin í Kommunufelagnum undrast á raðfestingar hjá Sernámi, sum næsta árið ikki bjóðar sernámsfrøðiliga ráðgeving á dagstovnum.

Og sunnudagin verður tjóðartingsval í Italia.

Síðst í sendingini venda vit kikaranum suður móti stivlalandinum, har nógv bendir á, at landið fer at fáa sín fyrsta kvinnuliga forsætisráðharra á høgraveinginum.

Breddin í útvarpinum klokkan 10.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. apríl
Bolero
206930
Sunnudag 12. apríl
Guðstænasta í Hósvíkar kirkju
206929
Sunnudag 12. apríl
Credo: C.S.Lewis 1:3
206864
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. apríl
Møti úr Hebron í Leivrík
206941
Sunnudag 12. apríl
Andakt
206939
Sunnudag 12. apríl
Hondbóltur: EM-undansending
206942
Leygardag 11. apríl
FM: Badminton, borðtennis og judo
206916
Fríggjadag 10. apríl
Veðrið
206891