- Tíðindi, mentan og ítróttur
Teitur við nýggjum staklagi
Teitur við nýggjum staklagi
Teitur gevur í heyst nýggja fløgu út, og nú er fyrsta staklagið av útgávuni tøkt.
13.08.2013 - 21:15
Rannvá Egholm
Tann 16. september kemur sætta útgávan hjá Teiti út á tónleikamarknaðan, ið ber heitið “Story Music“, og fyrsta staklagið av fløguni kann nú hoyrast á netinum. Staklagið eitur “Rock and Roll Band“.
Fløgan er tikin uppá í Studio Bloch í samstarvi við Jónas Bloch Danielsen. Studio Bloch er fyrsta føroyska studio, og hetta er sostatt eisini fyrsta útgávan, sum Teitur hevur innspælt í Føroyum.
Viðmerking frá Teiti um fløguna kann lesast á GAFFA.dk
Hoyr sangin her!
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |