Hvat er ein góð summarmynd?

Hvat er ein góð summarmynd?
Röddin leitar eftir bestu summarmynd 2013 og burturlutar eitt gávukort á 1000 kr. til Etika, Hvonn ella Koks og ein kassa av øl til vinnaran.
13.08.2013 - 22:00

Í síðstu viku kunngjørdi Röddin myndakappingina, har vit leita eftir bestu summarmynd 2013. Men hvat er ein góð summarmynd?

 

Ein góð summarmynd lýsir tað føroyska summarið, og alt tað, ið við tí kemur. Ein góð summarmynd lýsir tað skiftandi veðrið, tær longu og ljósu næturnar, stevnurnar og festivalarnar, túrarnar í haganum, og útferðirnar og kvøldini við vinfólki. Tað er sjálvandi ein fyrimunur, tá myndin hevur góða góðsku, og løtan er væl fangað.

 

Leita ígjøgnum myndirnar frá tínum summardøgum ella far ein túr út og tak myndatólið við tær. Tú hevur møguleikan at vinna eitt gávukort á 1000 kr. til Etika, Koks ella Hvonn og ein kassa av øl. Næstbesta myndin vinnur eitt gávukort á 500 kr. til Etika, Hvonn ella Koks. Einasta treytin er, at myndin er tikin í Føroyum á sumri 2013.

 

Myndirnar skulu sendast til info@roddin.fo, og navn og telefonnummar skulu viðmerkjast. Freistin at senda myndir inn er 23. august. Röddin tilskilar sær rætt at avlýsa kappingina, koma ov fáar myndir inn.  

 

Vit gleða okkum at síggja tykkara summarmyndir!

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.