Breddin: Tøkugjald og diabetesviðgerð

Breddin: Tøkugjald og diabetesviðgerð
Alivinnan ávarar um minkandi íløguhug, um gjøldini verða hækkað
Tøkugjøldini í alivinnuni verða viðgjørd í Breddanum í dag.
 
27.09.2022 - 09:37

Landið skal hava meira inn í tøkugjaldi frá alivinnuni. Nakrar milliónir aftrat av milliarda-yvirskotunum skulu koma fjøldini til góðar, serliga tá laksaprísurin er høgur.

Samstundis ávarar alivinnan um minkandi íløguhug, um gjøldini verða hækkað. 

Men er uppskotið um nýggju tøkugjøldini nóg mikið í einari vinnu við yvirskotum, sum sambært búskaparfrøðingum geva fýra ferðir størri avkast enn í øðrum vinnum?

Vit tosa við Havbúnaðarfelagið, umframt tvey tingfólk.

 

Diabetesviðgerð

Í gjár var avtala undirskrivað við Novo Nordisk-grunnin um at styrkja viðgerð og gransking innan fyri diabetes og endokrinologi við at seta á stovn eina sonevnda Steno-miðstøð í Føroyum. Íløgan er 123 mió. krónur. 

Vit fáa tveir gestir í útvarpsstovuna at siga frá, hvønn týdning hetta kann fáa fyri diabetesviðgerð í Føroyum.

Breddin í útvarpinum klokkan 10.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. juli
Oyggjar undir trýsti - 2. partur
210484
Mánadag 13. juli
Poppverturin 7
208460
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815