Nýggjur vinnu- og mentanarstjóri í Klaksvík

Nýggjur vinnu- og mentanarstjóri í Klaksvík
John Syderbø byrjar í starvinum um ein mánað
John Syderbø er nýggjur vinnu- og mentanarstjóri í Klaksvíkar kommunu.
 
30.09.2022 - 09:20

John Syderbø er settur í starvið sum vinnu- og mentanarstjóri hjá Klaksvíkar kommunu.

John Syderbø er 46 ár og búskaparfrøðingur. Hann arbeiðir í løtuni sum sjálvstøðugur ráðgevi.

Áður hevur John Syderbø millum annað verið marknaðar- og produktstjóri hjá Føroya Tele. Tað var frá 2015 til 2021.

John Syderbø byrjar í starvinum í Klaksvík um ein mánað.

13 fólk søktu um starvið sum vinnu- og mentanarstjóri hjá Klaksvíkar kommunu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Sunnudag 12. juli
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
210824
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815