Vænta 12,4 mió. kr. í avlopi næsta ár

Vænta 12,4 mió. kr. í avlopi næsta ár
Uni Rasmussen, landsstýrismaður, hevur lagt uppskot um fíggjarlóg fyri 2023 fyri tingið
Uni Rasmussen, landsstýrismaður, hevði tíðindafund um fíggjarlógaruppskotið, áðrenn tað var lagt fyri tingið.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
30.09.2022 - 10:33

Avlopið á fíggjarlógini næsta ár verður minni enn í ár og nógv minni enn í 2021. 

Avlopið næsta ár verður mett til 12,4 milliónir kr.

Metingar hjá Fíggjarmálaráðnum vísa, at avlopið í ár verður 37 milliónir kr.

Í fjør var tað 138 milliónir kr.

Fíggjarmálaráðið sigur, at tað hevur eydnast at hava avlop á fíggjarlógini, síðani korona rakti í 2020.

Uni Rasmussen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, hevur lagt fíggjarlógaruppskotið fyri 2023 fyri tingið.

 

Myndir: Bjarni Árting Rubeksen

Hoyr samrøðu, sum Kári Mikkelsen gjørdi við Una Rasmussen í Breddanum um fíggjarlógaruppskotið:

 

30092022__Uni_Rasmussen_og_figgjarlog

 

Raðfesta familju og heilsu

Fíggjarmálaráðið sigur soleiðis í tíðindaskrivi um fíggjarlógaruppskotið:

"Familja og heilsa eru millum týðandi raðfestingarnar í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2023, sum Uni Rasmussen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, hevur lagt fyri løgtingið í dag. Hendan fíggjarlógin er tann seinasta í hesum valskeiðnum.

 

Skattur niður og barnafrádráttur upp

Saman við fíggjarlógaruppskotinum er eitt uppskot um skattalætta, har barnafrádrátturin hækkar, og skattastigini verða broytt. Barnafrádrátturin hækkar 1.500 kr. fyri børn 7-17 ár og 2.000 kr. fyri børn undir skúlaaldur.

Hækkaði barnafrádrátturin og broyttu skattastigini hava við sær, at ein familja við tveimum smábørnum, har foreldrini forvinna 30.000 kr. í part um mánaðin, fer at fáa 10.000 krónur meira at liva fyri um árið.

Skattalættin er mettur at kosta 70 mió. krónur og verður fíggjaður við at dagføra tøkugjaldið í alivinnuni.

 

Fleiri námsfrøðilesandi

Við fíggjarlógaruppskotinum leggur landsstýrið dent á framtíðar vøkstur og at útbyggja samfelagið. Eftir tilmæli frá Vakstrarforum verður útflutningsráð, Export Faroe Islands, sett á stovn og framhaldandi menning av Talgildu Føroyum. Eisini eru pengar settir av til ferðavinnuhagtøl og at menna vinnuferðavinnu í Føroyum.

Harumframt verður ein eyka flokkur av námsfrøðilesandi tikin inn á Fróðskaparsetrinum, og gongd skal setast á ætlanina at umvæla Venjingarskúlan til kampus.

 

Serlæknar og sálarfrøðilig hjálp

Landsstýrið raðfestir fleiri viðurskifti innan heilsu í uppskotinum. Pengar verða settir av til at útvega fleiri læknar, bæði kommunulæknar, serlæknar og til útbúgving av yngri læknum. Eisini fara pengar til bráðfeingis sálarfrøðiliga hjálp og til at fremja fleiri átøk í nýggju krabbameinsætlanini.

Pengar verða eisini játtaðir til ein stovn í Suðuroy til seinheilaskadd og frítíðartilboð til m.a. børn við autismu.

Á grøna økinum verður stuðul veittur til at taka gamlar oljufýringar niður, og skipanin við mvg-afturbering og frítøku fyri skrásetingargjald á elbilar heldur fram í tvey ár.

 

Avbjóðingar og avlop

Fíggjarlógaruppskotið fyri 2023 verður mett at hava 12,4 mió. kr. í avlopi. Í ár verður avlopið mett til 37 mió. krónur, vísa nýggjastu metingarnar hjá Fíggjarmálaráðnum. Í fjør var avlopið 138 mió. krónur, og sostatt hevur avlop verið á fíggjarlógini, síðan landið varð rakt av koronu í 2020.

Kríggið í Ukraina, prísvøkstur og rentuhækkingar hava ávirkað útlitini fyri búskaparvøkstri næstu 1-2 árini. Landsstýrið rekur við hesum fíggjarlógaruppskotinum ein ábyrgdarfullan fíggjarpolitikk og leggur upp fyriavbjóðingunum fyri framman. Fíggjarmálaráðið metir, at føroyski búskapurin sum heild er væl fyri at handfara eitt tíðarskeið við lægri búskaparvøkstri."

SÍ FÍGGJARLÓGARUPPSKOTIÐ

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. november
RagnarRokk 28.november 2024
183843
Hósdag 28. november
«Hosianna, Dávids sonur!»
184318
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184321
Hósdag 28. november
Kanst tú siga farvæl? (1:2)
184255
Mikudag 27. november
Kanst tú siga farvæl? (2:2)
184254
Mikudag 27. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184234
Mikudag 27. november
Fólksins rødd 4:4 - teknmálstulkað
184221