Ajla Bajramovic: Mammur leita enn eftir leivdunum av børnum sínum

Ajla Bajramovic: Mammur leita enn eftir leivdunum av børnum sínum
Jugoslavia, ið ikki var nakað gamalt land, men fimm lond, sum vórðu løgd saman, varð upployst í 1990-unum. Hetta fór ikki friðarliga fyri seg, eitt ræðuligt kríggj brast á fyrst í 1990-unum, og eitt av londunum, ið varð harðast rakt av krígnum, er Bosnia, har 19 ára gamla Ajla Bajramovic er fødd og uppvaksin.
15.08.2013 - 13:00

Rannvá Egholm

rannva@roddin.fo

 

Tá ið eg var yngri, plagdi mamma mín at fortelja mær um ræðuligu hendingina. Eg haldi ikki eingongd, at eg var eitt ára gomul, tá ið hendingin fór fram. Nakrir vinmenn vóru og vitjaðu pápa mín, tá ið telefonin ringdi, og ein maður boðaði frá, at ein bumba varð slept í býnum. Pápi og vinmenninir lupu upp frá stólunum, sleptu øllum, teir høvdu í hondunum, og runnu yvir til staðið at hjálpa, har bumban var brostin. Eg haldi enntá, at tað er eitt filmsklipp á netinum, har mann sær pápa mín bera líkini yvir til bilarnar, greiðir Ajla Bajramovic frá í samrøðu við Röddina.


Jugoslavia, ið ikki var nakað gamalt land, men fimm lond, sum vórðu løgd saman, varð upployst í 1990-unum. Hetta fór ikki friðarliga fyri seg, eitt ræðuligt kríggj brast á fyrst í 1990-unum, og eitt av londunum, ið varð harðast rakt av krígnum, er Bosnia, har 19 ára gamla Ajla Bajramovic er fødd og uppvaksin.

 

- Kríggið byrjaði, Serbia leyp á Bosnia og Kroatia, Kroatia bardist ímóti, men kríggið kom óvart á okkum. Eingin rættiligur herur var her í Bosnia, so allir menn, ið áttu vápn, fóru upp í herin, so teir kundu verja land sítt. Pápi mín fór eisini upp í herin, fortelur Ajla.

 


Tað eru nú nærum 17 ár, síðan kríggið í Bosnia endaði. Kríggið vardi í fýra ár og hevði nógvar ræðuligar avleiðingar við sær.

 

Í Srebrenica, ið liggur á eystursíðuni í Bosnia, tætt við markið til Serbia, búðu nógv fólk undir krígnum. Eisini í bygdunum í økinum rundan um vóru nógv fólk. Hetta økið varð ikki vart av bosniska herinum, so fólkini har høvdu ótta á sær og vóru bangin fyri, at Serbia fór at leypa á. Umleið tjúgutúsund fólk savnaðust og byrjaðu longu leiðina til heimbýin hjá Ajlu, Tuzla, har bosniski herðurin fekk vart tey.

 

 

- Serbar sóu flokkin av fólkum og fingu fatur á teimum. Serbarnir drupu øll í seinna endanum av fylginum, menn, kvinnur og børn. Nøkur vóru pínd, og nøkur jarðað, og tað er tí, at tað í dag er ein stór hópgrøv. Hvørt ár verða fleiri hundrað nýggj lík funnin, og mammur leita enn eftir leivdunum av børnum sínum, fortelur Ajla.

 

Í Srebrenica og bygdunum rundan um vóru flestu íbúgvarnir muslimar. Serbar vildu reinsa Bosnia fyri muslimar, eins og Hitler gjørdi við jødarnar undir Seinna Heimsbardaga. 

 

- Síðani hesa ræðuligu hendingina hittast ung fólk úr allari verðini hvørt ár her í Bosnia og ganga úr Tuzla til Srebrenica, ta øvutu leiðina. Tað er ein fantastiskur túrur, tí tú sleppur at hoyra um allar søgurnar, um kríggið og fólkini.

 

- Mitt í býnum, Tuzla, har eg eri frá, var eitt øki, har ungdómurin møttist um kvøldarnar um summarið. Benkir, stólar og kaffistovur vóru har, og tað var øgiliga væl umtókt. Eisini undir krígnum møttist ungdómurin har, tí Tuzla var ikki so hart rakt. Tað var meira úti á vígvøllunum, at bardagin var. Ein genta fór eitt kvøldið av hesum plássinum tríggjar ferðir heim at mussa mammu sína. Hon visti ikki hví, hon gjørdi tað, men hon hevði eina løgna kenslu á sær. Tað var tann 25. mai, og tað kvøldið sleptu serbar einu bumbu mitt niður í býin, har allur ungdómurin var savnaður. 70 vóru dripin og meira enn 150 løstað, sigur Ajla.

 

Øll í býnum fóru til staðið og royndu at hjálpa sum frægast, men serbar vóru nærhendis, so tað var vandamikið at vera á staðnum. Skjótt varð gjørt av, og hjálp varð veitt øllum teimum løstaðu.

 

- Muslimar síggja tað sum stóra synd ikki at jarða síni deyðu, men tað var ov vandamikið at jarða tey, beint eftir at bumban varð brostin, tí serbar vóru nærhendis. Í staðin vóru øll tey deyðu jarðað, tá ið sólin var farin niður, og myrkrið kundi verja tey.

 

- Henda bumbuatsóknin í Tuzla var eisini tann størsta í Tuzla og rakti býin hart. So nógv doyðu og serliga ung. Ein søga er eisini um eina mammu, ið var á staðnum við sínum pinkubarni, tá ið bumban var slept. Mamman var ikki so tætt við, so hon fekk runnið burtur. Hon rann og rann fyri at verja seg og barnið. Tá ið hon hevði runnið í tjúgu minuttir úr vandanum, kannaði hon, um alt var í lagi við barninum. Ein flís frá bumbuni hevði rakt barnið beint í bringuna, og barnið var deytt. Hetta álopið frá serbum var ræðuligt, fortelur Ajla.

 

- Tá ið kríggið byrjaði, vóru vit avskorin frá tí restini av verðini. Foreldur míni máttu liva í fýra ár uttan streym, tey fingu ikki mat hvønn dag, fólk fingu ikki fatur á vanligari útgerð, og tá ið eg varð fødd, hevði mamma mín einki til mín, onga fløsku, ongar blæur, einki yvirhøvur, greiðir Ajla frá.

 

Eftir kríggið fingu fólkini í Bosnia hjálp uttanífrá, og tað bar aftur til at keypa vanligar vørur í handlunum.


- Men alt var ófatiliga dýrt. Tað kostaði tær umleið 300 krónur, um tú vildi keypa ein pakka av mjøli, sigur Ajla

 

Kríggið hevði eisini við sær, at viðurskiftini millum Bosnia og Serbia gjørdust sera ring. Ungu ættarliðini í Bosnia lærdu, at allir serbar eru óndir, og serbar lærdu, at allir muslimar eru ringir. Í dag eru viðurskiftini tó blivin munandi betri, og tað er frítt at ferðast millum bæði londini.

 

- Fólk koma ofta til Bosnia at hoyra um kríggið. Tey spyrja okkum um alt møguligt, sum hevur við kríggið at gera, hyggja at okkum við samkenslu, og tey taka synd í okkum. Tá ið eg sigi, at eg eri úr Bosnia, spyrja fólk meg, um tað er vandamikið at búgva her. Tað er enn nógv, sum ikki riggar í Bosnia, og ja, vit hava lummatjóvar, og mann eigur ikki vera leingi úti um kvøldarnar sum í øllum stórbýum. Men tað er ikki alt ringt við Bosnia. Vit hava lært at taka tað róligari og leggja kríggið aftur um okkum, og tað eigur restin av heiminum eisini at gera, sigur Ajla Bajramovic.
 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.