Klaksvíkar kommuna selur ognir

Klaksvíkar kommuna selur ognir
Bæði hús og jørð, sum Klaksvíkar kommuna eigur, eru sett til sølu
Klaksvíkar kommuna hevur sett hesi húsini til sølu
Mynd: Google Maps  
 
04.10.2022 - 07:14

Klaksvíkar kommuna selur nú eini hús í býnum.

Talan er um húsini við Jústabrekku 1.

Kommunan ætlar sær minst 5,5 mió. kr. fyri húsini.

 

Almannaverkið leigar íbúðir

Húsini eru bygd í 1911 og høvuðsumvæld í fjør. Tey hava tríggjar hæddir, sum eru 140 fermetrar. Grundøkið er 550 fermetrar.

Seks íbúðir eru í húsunum, og í kjallaranum er kommunalt skjalasavn

Leigusáttmáli er við Almannaverkið um íbúðirnir. Og hann er galdandi til 1.august 2026.

Og keyparin skal eisini leiga Klaksvíkar kommunu kjallaran til skjalasavn í tíggju ár.


Sambært matrikullýsingini av húsunum, sum Klaksvíkar kommuna nú hevur sett til sølu, so er talan um gamla politistøð

 

14. november er freistin

Freistin at koma við tilboði uppá húsini er til 14.november á middegi.

Klaksvíkar kommuna selur eisini góðar 5.600 fermetrar til íbúðabygging. 

Økið eitur undir Kráarbrekku norður.

Lendið verður selt fyri 380 kr. fyri fermeturin. Tað kostar tí slakar 2,15 mió. kr. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 17. mai
Credo: Open doors
208404
Leygardag 16. mai
Jambalaja - 160526
208445
Leygardag 16. mai
Upp á tá - 150526
208444
Leygardag 16. mai
Vikan 16. mai 2026
208440
Leygardag 16. mai
Vikugesturin: Viðbrekin og viljasterk
208437
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 16. mai
Hondbóltur: Føroyar - Bosnia
208449
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208366