Nýggjur sáttmáli fyri flogmekanikararnar

Nýggjur sáttmáli fyri flogmekanikararnar
Sáttmálin er galdandi í tvey ár, og hann er sama stigi sum sáttmálin við handverkarafeløgini
Sáttmálin er nú eisini gjørdur við Føroya Flogteknikarafelag. (Savnsmynd)
 
06.10.2022 - 14:24

Tá handverkarasáttmálin varð gjørdur í farnu viku, var sáttmálin við Føroya Flogteknikarafelag eisini undirskrivaður. Semjan er á sama stigi sum semjan við handverkarafeløgini.

Nýtt samráðingarumfar byrjaði í mai mánaði, tá arbeiðarafeløgini gjørdu sáttmála við Føroya Arbeiðsgevarafelag. Tá varð karmurin eisini lagdur. 

Eins og sáttmálin við handverkarasáttmálanum, er sáttmálin við flogmekanikararnar innan fyri karmin.

Tað eru Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Handverksmeistarafelag, sum gera sáttmála fyri flogmekanikararnar við Føroya Flogteknikarafelag og Føroya Handverkarafelag. 

Nýggi sáttmálin kom í gildi 1. oktober í ár, og hann er galdandi í tvey ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Leygardag 11. juli
HM-tíðindi 11. juli 2026
210819
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815