Bakkafrost við í nýggjum altjóða samstarvi

Bakkafrost við í nýggjum altjóða samstarvi
Í morgun kom fráboðanin á Aqua Nor alimessuni í Tróndheimi um, at fimtan av størstu laksaalifyritøkunum í heiminum eru farnar undir nýtt samstarv, ið nevnist Global Salmon Initiative (GSI)
Bakkafrost er við í nýggjum altjóða alisamstarvi.
 
15.08.2013 - 15:58

- Eitt av høvuðsendamálunum við átakinum er – við samstarvi og gjøgnumskygni – at tryggja, at laksaaling er langtíðarburðardygg, boðar Bakkafrost frá í tíðindaskrivi. 

„Vit vita frá okkara royndum í Føroyum, hvussu umráðandi tað er at samstarva við aðrar fyritøkur í vinnuni. GSI letur hurðina upp fyri einum altjóða samstarvi, har vit hava møguleika at luta vitan við heimsins størstu alifyritøkur og at møta teimum avbjóðingum, ið standa vinnuni fyri framman,“ sigur Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrost.

Tveir triðingar av heimsframleiðsluni
Limirnir í GSI umboða meira enn 2/3 av heimsframleiðsluni av laksi. Food and Agriculture Organization hjá ST (FAO), ið samstarvar við GSI, metir, at burðardygg aling er ein umráðandi og neyðug kelda til heilsugóðan proteinríkan kost til komandi ættarlið.

Millum feløgini, sum eru við í nýggja samstarvinum, eru  Acuinova Chile, Bakkafrost, Blumar, Grieg Seafood, Lerøy Seafood Group og Marine Harvest.


Feløgini hava virksemi í Kili, Kanada, Norra, Føroyum og Skotlandi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 28. apríl
Flaggdagshald 2026
207663
Týsdag 28. apríl
Breddin: Fútin og Bakkafrostmálið
207660
Mánadag 27. apríl
Við Tórði á túri um Leirvíksfjall
207621
Mánadag 27. apríl
KÍ aftur á slóðina
207602
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 27. apríl
Veðrið
207632
Sunnudag 26. apríl
Guðstænasta úr Sandavágs kirkju
207572
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204
Fríggjadag 24. apríl
Veðrið
207539
Fríggjadag 24. apríl
Kakumiks 2 (6:7)
207533