Hvussu hevði verið at búð í einari boks?

Hvussu hevði verið at búð í einari boks?
Sum lesandi kann tað ofta gerast sera trupult at fáa tak yvir høvdið. Fyrst í 2014 verða 240 heldur øðrvísi íbúðir til lesandi klárar í Keypmannahavn. Talan er um eitt firma, sum byggir konteynarar um til íbúðir við øllum hentleikum sum eitt umhvørvisvinarligt alternativ til aðrar studentabústaðir.
15.08.2013 - 16:45

Rannvá Egholm
rannva@roddin.fo

 

Living in a Box er kosept, sum longu hevur verið roynt av víða um. Talan er um bíligar og umhvørvisvinarligar íbúðir til lesandi, sum eru framleiddar úr endurnýtslutilfari. “Living in a Box“ byggir konteynarar um til íbúðir til lesandi við privatum køki, vesi, altan og einari rúmligar stovu/kamari. Heimini eru 35-42 fermetrar til støddar, og tey fyrstu 240 heimini fara at verða klár tíðliga í 2014 í Kløvermarken í Keypmannahavn.

 

Living in a Box Aps samstarvar við Tempohousing. Arbeiðið hjá Temphousing liggur í navninum. Tey gera fyribils íbúðir til lesandi skjótt, og støddin á íbúðini er so væl vald, at heimið verður lættliga flutt við einum farmaskipið.

 

Málið hjá Living in a Box Aps í Danmark er at hava 1500 íbúðir klárar ímótir endanum á 2014. Íbúðirnar koma at standa í stórbýum í Danmark sum Keypmannahavn, Aarhus, Odense og Aalborg.

 

Kundi hetta eisini verið ein alternativur møguleiki í Føroyum?

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.