Sjálvstýri vil varðveita tunnilsgjøldini

Sjálvstýri vil varðveita tunnilsgjøldini
Flokkurin stúrir fyri, at viðlíkhaldið verður ikki nøktandi, um tað verður lagt til tað almenna
Sjálvstýri vil ikki strika tunnilsgjøldini.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
10.10.2022 - 09:00

Samgongan hevur mist eina atkvøðu aftrat, sum hon ivaleyst hevur talt við, um uppskotið um at taka av tunnilsgjøldini í Vágatunlinum og Norðoyatunlinum.

Sjálvstýri vil ikki strika tunnilsgjøldini.

Og hann vil varðveita partafelagið hjá tunlunum, partafelagið Tunnil.

Formaðurin í Sjálvstýri, Sámal Petur í Grund, og tingmaður floksins, Kristin Michelsen, siga, at flokkurin mælir frá, at rakstur og viðlíkahald av tunlunum verður lagt til tað almenna.

- Vit stúra fyri, at viðlíkahaldið tá verður alt annað enn nøktandi, siga teir báðir.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Mikudag 14. oktober
Eitt korter við klassiskum
214756
Mikudag 14. oktober
Heilsuhornið
214742
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595