Nú kann farstøðin byggjast út

Nú kann farstøðin byggjast út
Byggiloyvi er givið at víðka farstøðina á flogvøllinum eystureftir, m.a. til viðførishandfaring
Farstøðin í Vágum skal byggjast út, og nú er byggiloyvi givið.
 
12.10.2022 - 08:22

Bygdaráðið í Sørvági hevur givið Vága floghavn byggiloyvi til at víðka verandi farstøð 22 metrar eystureftir. 

Útbyggingin fevnir um kjallara til viðførishandfaring, miðhædd til viðførishøll og fyrstu hædd til skrivstovu og fundarhøli.

Byggiloyvið er latið við teirri treyt, at nýtsluloyvi ikki verður givið fyrr enn brunasimuleringar eru góðkendar, og bygningurin lýkur treytir í ávísari byggireglugerð, BK17, tá talan er um luftskifti, inniluft og ljós.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723