Nýggjur formaður í italska senatinum

Nýggjur formaður í italska senatinum
75 ára gamli Ignazio La Russa er limur í víðgongda høgraflokkinum, Italsku brøðurnir, sum vann valið
Ignazio La Russa er nýggjur formaður í italska senatinum.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
14.10.2022 - 11:13

Ignazio La Russa, sum er kendur fyri at hava eina standmynd av fasistiska einaræðisharranum, Benito Mussolini, í stovuni hjá sær, er valdur til formann í italska senatinum.

Starvið sum formaður er næsthægsta í tign í Italia eftir forsetan.

75 ára gamli La Russa var valdur við 116 av 206 atkvøðum, tá ið senatið hittist fyrstu ferð síðani valið í september. 

Hann er limur í víðgongda høgraflokkinum, Italsku brøðurnir, sum vann valið. 

 

Giorgia Meloni fer væntandi at skipa stjórn seinni í mánaðinum. (Mynd: Ritzau Scanpix)

 

Meloni verður forsætisráðharri

Giorgia Meloni er forkvinna í flokkinum, og hon er fyrsta kvinna, sum verður forsætisráðharri í Italia. 

Fyri at fáa meirluta, mátti Meloni skipa stjórn saman við tveimum øðrum flokkum á ytsta høgraveingi, Lega hjá Matteo Salvini og Forza Italia hjá Silvio Berlusconi.

Stjórnin, sum helst verður mesta høgra-víðgongda stjórn í Italia síðani seinna heimsbardaga, verður væntandi skipað seint í hesum mánaðinum.

Men longu í dag eru tekin um, at stevið er ikki so gott í samgonguni. 

Millum annað atkvøddu fleiri limir í Forza Italia ikki fyri at fáa Ignazio La Russa til formann, skrivar NTB.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 4. mars
Úr Sjarpholinum til Bangkok (4:5)
204319
Mikudag 4. mars
Føroyar - Portugal
205139
Mikudag 4. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205117
Týsdag 3. mars
Veðrið
205102
Týsdag 3. mars
Stjørnan í fimta parti
204959