Søkja eftir sjey kommunulæknum

Søkja eftir sjey kommunulæknum
Kommunulæknarnir skulu setast 1. januar, ella eftir nærri avtalu, sigur Heilsutrygd
Nú verður søkt eftir fleiri kommunulæknum.
 
14.10.2022 - 12:10

Líkt er ikki til, at kommunulæknatrotið í Føroyum verður loyst í bræði.

Heilsutrygd søkir nú eftir sjey kommunulæknum.

Í Suðuroynni verður søkt eftir trimum kommunulæknum; tveir at seta í starv á Tvøroyri og ein í Vági.

Í Skálafjarðar læknadømi eru tvey kommunulæknastørv leys at søkja; eitt í Runavík og eitt á Strondum.

Hini bæði kommunulæknastørvini, sum eru leys at søkja, eru í ávikavist Kollafirði og í Havn.

Kommunulæknarnir skulu setast 1. januar, ella eftir nærri avtalu, sigur Heilsutrygd.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 1. oktober
Breddin: Fíggarlógin og vaktarskipini
214095
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037