Slapp ikki at stilla upp á javnaðarlistanum

Slapp ikki at stilla upp á javnaðarlistanum
Barbara Apol, valevni fyri Javnaðarflokkin, setti sum krav fyri at stilla upp, at ein onnur kvinna, sum skuldi stilla upp fyri flokkin, var tikin av listanum
Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
14.10.2022 - 14:17

Norðlýsið skrivaði í gjár,  at tað var komið so langt, at klárt var at taka mynd av valevnunum hjá Javnaðarflokkinum, og hendan kvinnan skuldi vera við á myndini. Men tá ið hon var komin til Føroya, slapp hon brádliga ikki á listan.

Barbara Apol fekk 392 atkvøður á fólkatingsvalinum seinast. 

Tá ið listin skuldi gerast klárur hesaferð, vóru sjey kvinnur og sjey menn, sum skuldu stilla upp. 

 

Undantak var neyðugt

Ein av kvinnunum hevði ikki verið limur í flokkinum í seks mánaðir, og tí var neyðugt við undantaki fyri at fáa hana á listan.

Men sambært reglum í Javnaðarflokkinum kunnu tey, sum hava verið limir í flokkinum í seks mánaðir stilla upp. Málið var tí lagt fyri starvsnevndina um undantak skuldi gevast henni.

Í sama viðfangi boðaði Barbara Apol frá, at um hon skal stilla upp fyri Javnaðarflokkin, skal hin kvinnan ikki á listan. 

 

Reglurnar eru greiðar

Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, vil ikki viðmerkja júst hetta málið, men vísir til reglurnar hjá flokkinum, sum forða kvinnuni at stilla upp.

Hoyr samrøðu við Aksel V. Johannesen í útvarpstíðindunum:

 

0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
00:00
00:00
00:00
 


 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 16. mars
Doktor Sophus (3:3)
189274
Sunnudag 16. mars
Doktor Sophus (2:3)
189272
Sunnudag 16. mars
Doktor Sophus (1:3)
189271
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 16. mars
Andakt - Pól í Skorini
189301
Sunnudag 16. mars
Hondbóltur: Niðurlond - Føroyar
189292
Leygardag 15. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189238
Fríggjadag 14. mars
Veðrið
189226

Annað frá KVF