600 fólk deyð í vatnflóð í Nigeria

600 fólk deyð í vatnflóð í Nigeria
1,3 milliónir fólk eru rýmd frá húsi og heimi
Vatnflóðin hevur oyðilagt meira enn 82.000 hús og umleið 111.000 hektarar av dyrkaðum lendi.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
17.10.2022 - 08:34

Meira enn 600 fólk í Nigeria eru síðani summar deyð í ringastu vatnflóðini í tíggju ár.

Tað siga nigerianskir myndugleikar, sum Ritzau og AFP endurgeva.

Samstundis hevur vatnflóðin eisini noytt meira enn 1,3 milliónir fólk í Nigeria at rýma frá húsi og heimi.

Vatnflóðin hevur eisini oyðilagt meira enn 82.000 hús og umleið 111.000 hektarar av dyrkaðum lendi.

 

Vandi fyri hungursneyð

Regntíðin í Nigeria byrjar vanliga í juni, men í ár hevur regnað serliga illa síðani august, siga tilbúgvingarmyndugleikarnir.

Í 2012 doyðu 363 fólk av vatnflóð í Nigeria, meðan 2,1 millión fólk vórðu noydd at flýggja heimanífrá.

Sameindu Tjóðir søgdu í september, at Nigeria er eitt av seks londum í heiminum, sum er í serliga stórum vanda fyri at enda í hungursneyð.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 3. mars
Eitt korter við kórtónleiki
205078
Týsdag 3. mars
Corrado Rustici um Chaire
205061
Týsdag 3. mars
Morgunlestur týsdagur 3.mars 2026
204717
Mánadag 2. mars
Norðurljóð 2.mars 2026
204747
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. mars
Veðrið
205102
Týsdag 3. mars
Stjørnan í fimta parti
204959
Mánadag 2. mars
Veðrið
205044