Stuðla almennum reiðaríi - prísurin á gerandisvørum lækkar

Stuðla almennum reiðaríi - prísurin á gerandisvørum lækkar
Grønlendska landsstýrið stuðlar Royal Arctic Line við 30 mió. kr., og tað hevur við sær, at avgjøldini lækka munandi
Stuðulin frá landsstýrinum til Royal Arctic Line hava við sær, at avgjøldini eru lækkað munandi.
Mynd: Sermitsiaq  
 
17.10.2022 - 15:21

Almenna grønlendska reiðaríið Royal Artic Line - RAL - lækkar orkuavgjaldið, sum hevur verið kravt, síðani oljuprísirnir fóru at hækka av álvara.

Grønlendska landsstýrið hevur sett 30 milliónir krónur av, sum hava við sær, at avgjøldini, ið hava ligið um 30 prosent í miðal fyri ymsu farmabólkarnar, lækka munandi.

Fyri frystar vørur, ið verða sigldar úr Danmark til Grønlands, verður nú einki avgjald kravt frá RAL.

 

Gerandisvørur longu lækkaðar í prísi

Fyri alt annað góðs hesa farleið verða kravd 14 prosent í orkuavgjaldi fyri góðs úr Grønlandi til meginlandið, og fyri góðs, ið verður siglt millum býir og bygdir í Grønlandi, verða kravd 20,2 prosent.  

Hesi avgjøld verða fastfryst til 31. desember, skrivar grønlendski tíðindamiðilin, Sermitsiaq.

Fleiri handilsfeløg - millum annað KNI - hava boðað frá, at nógvar gerandisvørur longu eru lækkaðar í prísi, nú tað frættist, at landsstýrið vildi stuðla farmaprísinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 8. juli
Summarbeiti 8. juli 2026
210685
Mikudag 8. juli
Mono - Fjaldir Gimsteinar (2:4)
210667
Mikudag 8. juli
HM-tíðindi 8. juli 2026
210672
Týsdag 7. juli
Millum tøkini #12: Fjarðastevna
210617
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523