Rishi Sunak fingið stuðul frá 100 tingfólkum

Rishi Sunak fingið stuðul frá 100 tingfólkum
Nú kann hann stilla upp
 
22.10.2022 - 15:04

Fyrrverandi fíggjarmálaráðharrin í Bretlandi, Rishi Sunak, hevur sum tann fyrsti tryggjað sær stuðul frá 100 tingfólkum hjá konservativa flokkinum til at kunna stilla upp sum nýggjur floksformaður. Konservativi flokkurin skal aftur hava nýggjan formann, nú Liz Truss fyrr í vikuni legði frá sær eftir bara 44 dagar í sessinum, ið somuleiðis er forsætisráðharrasessurin. Tá ið Liz Truss formansvalið í konservativa flokkinum, var tað júst í kapping við Rishi Sunak, sum hon tá vann sannførandi á. Liz Truss avloysti Boris Johnson, ið noyddist at leggja frá sær, tí hann ikki hevði sagt satt um eina veitslu í Downing Street undir koronufarsóttini, tá ið forboð annars var fyri veitslum og líknandi í Bretlandi. Tað hevur ljóðað, at Boris Johnson longu nú skal hava hug til at bjóða seg fram av nýggjum sum konservativur floksleiðari og forsætisráðharri, men enn hevur hann ikki alment boðað frá hesum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 5. juli
Tónleikur í 13 øldir (1:10)
210355
Sunnudag 5. juli
Søgan um Johnny Cash 1.partur
210479
Leygardag 4. juli
HM-tíðindi 4. juli 2026
210516
Leygardag 4. juli
Radio Stjernekilde - Partur 7
209133
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna: 6mf kvinnur
210522
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf dreingir 17-18
210521