Javnstøðuætlan fyri gransking

22.10.2022 - 18:40
Innlendis
Javnstøðuætlan fyri gransking
Granskingarráðið hevur samtykt eina ítøkiliga javnstøðuverkætlan, ið skal skapa størri tilvit um javnstøðu í gransking.
Annika Sølvará, stjóri í Granskingarráðnum

Talan er um eina ætlan við málum og átøkum til frama fyri javnstøðu millum kynini, herundir javna luttøku av kvinnum og monnum í mun til arbeiðslívið í Granskingarráðnum.

Hetta inniber átøk til frama fyri javna umboðan av kvinnum og monnum, átøk ímóti vansum vegna kyn, javnbjóðis treytir í mun til umsóknir og átøk fyri at skapa samljóð millum familju- og arbeiðslív hjá starvsfólkunum í Granskingarráðnum.

– Fyri at røkka javnstøðu á arbeiðsplássinum er fyrst og fremst neyðugt at skilja og viðurkenna týdningin av henni, sigur Annika Sølvará, stjóri í Granskingarráðnum.

Javnstøðuverkætlanin er tøk hjá á heimasíðuni hjá Granskingarráðnum, har hon er at finna á bæði føroyskum og enskum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 2. juli
RagnarRokk 2.juli 2026
210388
Hósdag 2. juli
HM-tíðindi 2. juli 2026
210436
Mikudag 1. juli
Skratsj 1. juli 2026
210398
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360