Umfatandi herverk framt móti valplakatum í Havn

bannari
26.10.2022 - 01:34
Umfatandi herverk framt móti valplakatum í Havn
Ein maður í skíðmasku og á reyðari súkklu er sæddur ganga runt í miðbýnum í Havn og gera umfatandi herverk á valplakatir hjá Sambandsflokkinum
Valplakatir eru ímyndin av fólkaræðinum, men onkur hevur gjørt seg inn á allar valplakatirnar hjá Sambandsflokkinum í miðbýnum í Havn
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 

Tað er ikki ein vøkur sjón, ið møtir havnarfólki í morgun. 

Herverk er framt móti valplakatunum hjá Sambandsflokkinum, sum hingu á girðingini kring arbeiðsøkið á Vaglinum og við Essabarr í Havn.

 

Myndir: Bjarni Árting Rubeksen

Onkrar valplakatir eru skræddar niður, aðrar skræddar sundur, meðan uppaftur aðrar eru bæði skræddar niður og sundur, áðrenn tær eru koyrdar í skrell. Hendan plakatin av Kaj Leo Johannesen, valevni hjá Sambandsflokkinum, endaði sínar dagar í einum ruskílati aftan fyri Paname Café.

Ung fólk, sum vóru í miðbýnum, sóu ein mann í skíðmasku og á einari reyðari súkklu skræða plakatirnar hjá Sambandsflokkinum niður og koyra tær í ruskílatið aftan fyri Paname Café. 

Brotsmaðurin fór miðvíst eftir valplakatunum hjá Sambandsflokkinum. 

Hóast hendan valplakatin av Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir var niðurdottin, so var einki tekin um herverk.

Maðurin í skíðmaskuni, sum framdi herverk móti valplakatunum, var hóttandi í sínari atferð móti ungu fólkunum. Hann spurdi, um tey høvdu nakað myndatól uppi á sær, men til tað svaraðu tey nei. Síðani gekk hann fleiri ferðir aftur og fram við valplakatum, sum hann koyrdi í ruskílatið. 

Herverk var framt móti øllum valplakatunum hjá Sambandsflokkinum, ið hingu á girðingini kring arbeiðsøkið við tinghúsvøllin. 

Eisini valplakatirnar hjá Sambandsflokkinum, ið hingu fram við vegnum aftan fyri Essabarr, eru skræddar niður. 

Summar valplakatir vórðu bara skræddar niður, meðan aðrar vórðu eisini skræddar sundur. 

Í Danmark verður herverk móti valplakatum revsað eftir grein 291, stykki 2, í revsilógini. Um herverkið á valplakatirnar er av serliga grovum politiskum slag, so kann tað geva fongsul upp til seks ár. Vanliga fáa fólk, sum verða tikin fyri at gera herverk á valplakatir í Danmark, 1500 krónur í bót. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 5. juni
Einbúgvin av Viðareiði (1:2)
133159
Mánadag 5. juni
Norðurljóð 5.juni 2023
157953
Mánadag 5. juni
Danismur í Málteiginum
157934
Mánadag 5. juni
Góðan morgun Føroyar 05.06.2023
157933
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 4. juni
Møti úr Oasuni í Hoyvík
157918
Sunnudag 4. juni
Andakt við Unn Justinussen
157917
Sunnudag 4. juni
Úr savninum: Urtagarðurin 6:6
157715
Sunnudag 4. juni
Úr savninum: Summarsál 1:6
157905
Leygardag 3. juni
Video: 5mf kvinnur, Norðoyastevna
157898