Umskipað sjúklingaráð hevur nú fimm limir

Umskipað sjúklingaráð hevur nú fimm limir
Landsstýrismaðurin í heilsumálum hevur sett nýtt sjúklingaráð
Kaj Leo Holm Johannesen er landsstýrismaður í heilsumálum
 
26.10.2022 - 08:25

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, hevur sett nýtt sjúklingaráð, eftir at Sjúklingaráðið er umskipað, og virksemið hjá ráðnum er dagført

Í Sjúklingaráðnum eru Jákup N. Olsen, sum Krabbameinsfelagið tilnevndi, Hilmar Augustinussen í Alzheimerfelagnum, Emil Michelsen í Heilafelagnum og Poula Reinert Olsen í CP Føroyum.

MEGD tilnevndi hesi trý. Og Giktafelagið og MEGD tilnevndu Hergerð Joensen.

Jákup N. Olsen og Emil Michelsen vóru eisini í fráfarna Sjúklingaráði.

 

Skipar seg sjálvt

Sjúklingaráðið skipar seg sjálvt við formanni, næstformanni og skrivara. 

Sjúklingafeløg, sum umboða sjúklingar, sum vanliga verða viðgjørdir á sjúkrahúsunum, tilnevna fólk í Sjúklingaráðið. 

Heilsumálaráðið eftirmetti í 2020 Sjúklingaráðið. Mælt var til at umskipa ráðið.

Limatalið er farið úr níggju niður í fimm.

 

Ráðgeva landsstýrisfólkum

Uppgávur og ábyrgdir hjá Sjúklingaráðnum eru at ráðgeva landsstýrisfólkinum um uppskot um lógir og kunngerðir, sum hava týdning fyri veitingar til sjúklingar.

Ráðið skal eisini viðgera yvirskipað viðurskifti, sum hava týdning fyri veitingar til sjúklingar. 

Sjúklingaráðið skal gera hoyringarskriv, vera við í arbeiðsbólkum og hava fastar árligar fundir við landsstýrisfólkið.

Sjúklingaráðið verður valt eftir hvørt løgtingsval. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938