Fasti gerðarrættur viðger mál um søluútreiðslur

Fasti gerðarrættur viðger mál um søluútreiðslur
Tvey manningarfeløg vilja hava reiðararnar at viðurkenna, at reiðaríið hjá Gøtunesi ikki hevði rætt til at taka søluútreiðslur fyri tveir túrar í 2020
Fasti gerðarrættur fer í morgin at hava úrskurðarfund um søluútreiðslur frá tveimum túrum hjá Gøtunesi.
 
27.10.2022 - 08:21

Í morgin fer Fasti gerðarrættur at hava úrskurðarfund um eitt mál millum Fiskimannafelagið og Maskinmeistarafelagið og Reiðarafelagið.

Tey bæði manningarfeløgini vilja hava reiðararnar at viðurkenna, at reiðaríið hjá Gøtunesi ikki hevur rætt til at taka søluútreiðslur, 25 oyru fyri kilo, av avrokningini fyri tveir túrar hjá Gøtunesi í desember í 2020.

Málið var latið Fasta gerðarrætti 12.oktober í fjør.

Úrskurðarfundurin í morgin er almennur.

Hann verður í skúlastovuni í ALS-húsinum á Tinghúsvegi og byrjar klokkan níggju.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006