Franski sendiharrin í Tinganesi

Franski sendiharrin í Tinganesi
Løgmaður og Christophe Parisot umrøddu mál av felags áhuga
Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, og Christophe Parisot, franskur sendiharri í Keypmannahavn.
 
02.11.2022 - 15:54

Fyrrapartin var franski sendiharrin í Keypmannahavn, Christophe Parisot, í Tinganesi á vitjan hjá Bárði á Steig Nielsen, løgmanni.

Teir umrøddu mál, sum hava felags áhuga. Eitt nú fiskivinnu og ferðavinnu, skrivar Løgmansskrivstovan.

Franski sendiharrin í Keypmannahavn vísti millum annað á møguleikar við vaksandi ferðavinnu millum Føroyar og Frakland, nú Atlantsflog flýgur beinleiðis til París.

 

Trygdarviðurskifti

Eisini umrøddu løgmaður og franski sendiharrin økta trygdarpolitiska áhugan fyri Norðuratlantshavi og Arktis, nú kríggj er í Evropa.

Løgmaður og Christophe Parisot høvdu eisini fiskiveiðusamstarvið í Norðuratlantshavi á lofti, har bæði Føroyar og Frakland, sum partur av ES, eru strandarlond.

Løgmansskrivstovan sigur, at báðir tveir vístu á, at tað er neyðugt at finna semjur, um burðardygg fiskiveiða skal halda fram.

Løgmaður gjørdi eisini vart við, at føroyingar vilja styrkja samstarvið við ES, har Frakland er eitt av teimum stóru og valdsmiklu limalondunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. juni
Morgunlestur hósdagur 18.juni 2026
209565
Mikudag 17. juni
Skratsj 17. juni 2026
209843
Mikudag 17. juni
HM-poddurin: Frá Pelé til Messi
209837
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762