- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sonur Johnny Cash skal hjálpa føroyingum at gera film
Seinastu árini er føroyska filmsvinnan vaksin sera nógv. Frá at hava verið nærum ikki-eksisterandi, verða nú á hvørjum ári fleiri stuttfilmar, videoløg og annað framleidd. Fyri at menna filmsumhvørvið enn meira hevur Klippfisk fingið tveir royndar menn úr altjóða filmsvinnuni til Føroya at halda fyrilestur og hjálpa føroyskum filmsfólki á veg. Hesir eru John Carter Cash og Prami Larsen.
Gongur tú og hugsar, at tað hevði verið feitt at gjørt eina sjónvarpsrøð, ein stuttfilm ella okkurt heilt annað, kanst tú saman við fyrilestrarhaldarunum kjakast um tíni hugskot, fáa kritikk og góð ráð.
John Carter Cash er sonur víðagitna tónleikaran Johnny Cash og hevur m.a. verið Executive Producer á Oscar-vinnandi filminum “Walk the Line”, sum snýr seg um lívið hjá Johnny Cash. Hin fyrilestrarhaldarin, Prami Larsen, er stjóri á Filmsværkstedet í Keypmannahavn, sum í nógv ár hevur verið við til at menna filmsumhvørvið í Danmark.
Tiltakið er ókeypis, og ongar royndir krevjast fyri at møta upp. Les meira her.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |