Elbilar og skattalætti í tinginum í dag

Elbilar og skattalætti í tinginum í dag
Afturberingin av meirvirðisgjaldi fyri elakfør og vetnisakfør minkar ein fjórðing um árið frá 2025 til 2027
Løgtingið fer í dag at viðgera uppskotið hjá landsstýrinum um at lætta um fíggjarliga hjá teimum, sum keypa bil, sum ikki brúkar bensin ella diesel. (Savnsmynd: Hagstovan)
 
08.11.2022 - 08:36

Frá 1. januar í 2025 fáa bara tey, sum keypa elakfør ella vetnisakfør, meirvirðisgjaldið aftur.

Og afturberingin minkar ein fjórðing um árið frá 2025 til 2027.

Tey, sum fáa sær elbil ella vetnisbil, verða eisini frítikin fyri meirvirðisgjald í 2023 og 2024. 

Frá 2025 verður virðisgjaldið sett í verk stigvíst, tað vil siga, at tað hækkar. 

Løgtingið fer í dag at viðgera uppskotið hjá landsstýrinum um at lætta um fíggjarliga hjá teimum, sum keypa bil, sum ikki brúkar bensin ella diesel.

 

Skattalætti og barnafrádráttur

Uppskotið um skattalætta og størri barnafrádrátt er eisini á skránni hjá tinginum í dag.

Barnafrádrátturin í landsskattinum hækkar 2.000 kr. fyri børn undir skúlaaldri og 1.500 kr. fyri børn frá sjey til 17 ár.

Og skattastigin verður broyttur.

Sambært landsstýrinum fáa fólk, sum fáa 23.000 kr. í mánaðarløn, 125 kr. um mánaðin í skattalætta. Fólk, sum fáa 30.000 kr í løn, fáa 250 kr. í lætta.

Uppskotnu broytingarnar í skattalógini fara at kosta landskassanum 79 mió. kr., sigur landsstýrið.

Tingfundurin í dag er klokkan ellivu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 13. september
Guðstænasta í Dals kirkju
213163
Sunnudag 13. september
Bolero
213160
Sunnudag 13. september
Credo: Filosofiskur (1)
213158
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 13. september
Andaktin við Christiani Gabrielsen
213166
Sunnudag 13. september
Guðstænasta úr Dals kirkju
213161
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136