Einki svar um fundarfrágreiðingar í hesum umfari

Einki svar um fundarfrágreiðingar í hesum umfari
Hóast skrivligi fyrispurningurin kom í løgtingið 6.september, hevur løgtingið ikki atkvøtt, um hann skal svarast
Lene Moyell Johansen, ríkisumboð, fer sjálv av, um hon svarar fyripurningum á tingi.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
11.11.2022 - 08:30

Svarið um donsku fundarfrágreiðingarnar um fullveldissamráðingar fyrst í hesi øldini fæst ikki í hesum umfarinum.

Beinta Løwe, løgtingskvinna, spurdi fyri góðum tveimum mánaðnum síðani Lene Moyell Johansen, ríkisumboð, nær danskir myndugleikar fara at lata innlit í og/ella almannakunngera fundarfrágreiðingarnar frá fullveldissamráðingunum.

Um ikki, hvør er so orsøkin til tess, spyr Beinta Løwe.

Hóast skrivligi fyrispurningurin kom í løgtingið 6.september, hevur løgtingið ikki atkvøtt, um hann skal svarast.

Sambært tingskipanini ger ríkisumboðið sjálvt av, um tað svarar fyrispurningum frá tingfólki.

Føroyskir myndugleikar almannakunngjørdu í 2020 fundarfrágreiðingar frá fullveldissamráðingunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938