Lesingin í Føroyum er vorðin heimleys

12.11.2022 - 20:20
InnlendisSamfelag
Lesingin í Føroyum er vorðin heimleys
Ein kanning staðfestir, at tað verður lisið alt ov lítið bæði heima hjá børnunum, men eisini í skúlanum. "Børn lesa ov lítið," sigur Lydia Didriksen, M. A. í føroyskum
Ein kanning av lesivanunum hjá næmingum í 6. flokki staðfestir, at børn lesa ov lítið
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  

Lesingin í Føroyum er vorðin heimleys.

Tað er niðurstøðan í eini frágreiðing, sum er gjørd um lesivanar hjá børnum í 6. flokki, og sum varð løgd fram á Læraradøgunum fyrr í vikuni.

Ein av teimum, sum hevur staðið fyri kanningini, er Lydia Didriksen, lærari og M.A. í føroyskum. Hon vísir á, at fyrr varð lisið nógv bæði heima og í skúlunum - men soleiðis er ikki í dag.

Saman við Lydiu Didrisken, so hava Sissal M. Rasmussen, adjunktur á Føroyamálsdeildini, og Turið Kjølbro, ritstjóri á Bókadeild Føroya Lærarafelags, staðið fyri frágreiðingini, sum tekur støði í eini kvalitativari lesivanakanning í tíðarskeiðnum 2020 til 2022 og eini kvantitativari lesivanakanning frá 2017 til 2018.

>>KANNINGIN AV LESIVANUNUM KANN LESAST HER

 
Er kopiera

Sí eisini

Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. juni
Morgunlestur fríggjadagur 26.juni 2026
209943
Hósdag 25. juni
RagnarRokk 25.juni 2026
208977
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Chris Poland um Black Flame
208976
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Darren Charles um Void
208974
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179
Mikudag 24. juni
Myndlist í Føroyum (3:11)
108824
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107
Týsdag 23. juni
Veðrið
210087