Rúni Heinesen formaður í hotellfelagnum

Rúni Heinesen formaður í hotellfelagnum
Partapeningurin í smápartafelagnum, sum skal byggja hotell í Klaksvík, er fimm milliónir kr.
Rúni Heinesen er nevndarformaður í smápartafelagnum 31.oktober 2022, sum skal byggja hotellið.
 
14.11.2022 - 08:22

Felagið, sum skal byggja, eiga og reka hotell í Klaksvík, er nú skrásett.

Felagið er eitt smápartafelag, sum eitur 31.oktober 2022.

Varðin Invest, smápartafelagið frá 27.juni 2007, Lív, lívs- og pensiónstrygggingarfelag, Betri, tryggingarfelagið Lív og íløgufelagið Víkin stovnaðu felagið.

Í nevndini eru Rúni Heinesen, hann er formaður, Bogi Jacobsen, Arnfinnur Gudjónsson, Kjartan Hansen, Jan Petersen og Jóhannes Jensen.

Jan Petersen er stjóri.

Partapeningurin er fimm milliónir krónur. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 10. juli
RagnarRokk: Oskar Cedermalm um Masterflow
209119
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Hósdag 9. juli
RagnarRokk: Mickey Dee um Lex Legion
209720
Hósdag 9. juli
Summarbeiti 9. juli 2026
210735
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523