Norski fiskaútflutningurin setur met

Norski fiskaútflutningurin setur met
Í oktober var útflutt fyri eina hálva milliard kr. um  dagin
Higartil í ár hevur norska fiskivinnan útflutt fyri 124 milliardir kr.
Mynd: E24  
 
14.11.2022 - 09:35

Aftur í oktober setti norski útflutningurin av fiskavørum met, og longu nú er greitt, at útflutningurin í ár verður størri enn í fjør.

Í oktober var útflutt fyri 15,4 milliardir kr, og tað er nýtt met. Og higartil í ár er útflutt fyri meir enn í fjør, sum eisini var metár.

Í oktober var útflutt fyri eina hálva milliard kr. um dagin.

- Gongdin prógvar, at fiskavørur hava alstóran týdning fyri norska samfelagið, sigur stjórin í sjómatráðnum, Christian Chramer.

Higartil í ár hevur Noreg útflutt fiskavørur fyri 123,9 milliardir kr., 27,1 milliard meir enn í fjør, skrivar NTB.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. juli
Skratsj 1. juli 2026
210398
Mikudag 1. juli
HM-tíðindi 1. juli 2026
210394
Mikudag 1. juli
Morgunlestur mikudagur.
210323
Týsdag 30. juni
Ung lesa 1.partur - Rúnaspá
210339
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360