Alzheimerfelagið minnir politikarar á demenssamskiparar

Alzheimerfelagið minnir politikarar á demenssamskiparar
Felagið sigur, at tað kostar upp ímóti tveimum miliónum tilsamans at manna øll størvini sum demenssamskipari
Hvørt ársverk sum demenssamskipari kostar 600.000 kr., sigur Alzheimerfelagið (Savnsmynd)
 
14.11.2022 - 15:14

Nú valið nærkast, eru fleiri felagsskapir, sum gera vart við støðuna á sínum øki.

Ein teirra er Alzheimerfelagið, sum í dag kom við einari almennari áheitan á allar flokkar.

Alzheimerfelagið vísir millum annað á, at góðu ynskini í demensætlanini, sum kom út fyri sjey árum síðani, ikki enn eru rokkin. Felagið sigur, at enn eru bara 2,5 demenssamskiparar settir í starv, og sostatt tørvar framvegis 2,8 samskiparar.

 

Kunnu røkka málinum 

Eysturoyggin, Norðoyggjar, Norðurstreymoy, Vágar og Sundalagið umframt borgarar undir 67 ár fáa tænastur frá einum demenssamskipara, men í Suðurstreymoy, Sandoynni og í Suðuroynni er eingin demenssamskipari. 

Tað merkir, at enn vanta 2,8 samskiparar. Tá ið teir eru settir í starv, er málið rokkið, sigur Alzheimerfelagið. 

Tað fer at kosta landskassanum árliga umleið 600.000 krónur fyri hvørt ársverkið, ella upp ímóti tveimum milliónum krónum tilsamans.
  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. juli
Skratsj 1. juli 2026
210398
Mikudag 1. juli
HM-tíðindi 1. juli 2026
210394
Mikudag 1. juli
Morgunlestur mikudagur.
210323
Týsdag 30. juni
Ung lesa 1.partur - Rúnaspá
210339
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360