Føroysk vinna kann fáa tunnilsarbeiði

Føroysk vinna kann fáa tunnilsarbeiði
Kemur føroyska vinnan við kappingarførum tilboðum, er hóskandi at føroysk arbeiðsmegi og føroysk byggifeløg í stóran mun gera tunnilin millum Eysturoynna og Streymoynna
Føroyskar fyritøkur hava møguleika at fáa arbeiði í sambandi við Eysturoyartunnilin, um hesi annars eru kappingarfør.
 
23.08.2013 - 10:53

P/f Eysturoyartunnilin - Rune Bro Róin, nevndarformaður, og Jan Jakobsen, nevndarlimur - hava sent Rættarnevndini svarini skrivliga, sum nevndin fekk munnliga síðsta fríggjadag.

Talan er um 18 spurningar, sum nevndin setti.

Váði
Í tí eina svarinum verður staðfest, at felagið heldur verkætlanina vera ein váði. Og tað er tí, at felagið skal eiga tunnilin í 30 ár, ella heilt upp í hálva øld. Felagið hevur ongan trygd fyri, at tað fær sína íløgu aftur ella forrentaða, millum annað tí, at tunnilin fer at hava kapping frá vegunum millum Eysturoynna og Streymoynna.

P/f Eysturoyartunnilin hevur ikki biðið um nakra trygd fyri ferðslu í tunlinum.

Felagið hevur sett sær fyri at gera tunnilin skjótast gjørligt, so koyrandi verður í 2018.

Men tað veldst alt um, hvat forkanningarnar vísa, stendur í svarinum frá P/f Eysturoyartunlinum til Rættarnevndina.

Onki prísuppskot
P/f Eysturoyartunnilin veit ikki enn, hvussu nógv, tað fer at kosta at brúka tunnilin. Tað ber ikki til at áseta prísin fyrr enn tunnilin er gjørdur. Men kostnaðurin skal vera kappingarførur við verandi veganet, sigur felagið í svarinum til Rættarnevndina.

Vita heldur ikki tunnilsprísin
Felagið veit heldur ikki, hvussu nógv, tunnilin fer at kosta, men onnur hava sagt, at hann kostar eina góða milliard krónur.

Tað kann koma upp á tal at fáa onnur enn CIP og Lív við í fíggingina. Tað kann í vissan mun vera relevant at fáa fremmandan kapital við í P/f Eysturoyartunnilin, sum í dag hevur fimm milliónir í partapeningi, svarar felagið Rætternevndini. Lív eigur 20 prosent.    

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938