Annika Olsen váttar uppstilling

bannari
Annika Olsen váttar uppstilling
"Á uppstillingarfundi í dag hjá Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag varð avgjørt, at eg verið á Tjóðveldislistanum til løgtingsvalið," skrivar Annika Olsen á Facebook í kvøld
Politikkur hevur verið og er mítt lív, sigur Annika Olsen, nú hon stillar upp fyri Tjóðveldi
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
14.11.2022 - 22:00

Annika Olsen váttar nú, at hon stillar upp fyri Tjóðveldi.

Tað ger Annika Olsen á sínum Facebook-vanga.

"Tjóðveldi er tað rætta, tí her verður hugsjónarligur politikkur framdur í verki, og har ræður fólkaræði, javnstøða og rúmligheit," skrivar Annika Olsen í fráboðanini. 


Annika Olsen bleiv kroyst út úr løgtinginum av sínum egnu í sambandi við málið um sammøður, áðrenn eina annar fyrrverandi fólkafloksmaður, Heðin Zachariasen, gav henni sín sess, so hon kundi atkvøða eftir sínari sannføring. Mynd: Bjarni Árting Rubeksen 

 

Politikkur er mítt lív

Annika Olsen ger eisini vart við, at politikkur hevur verið og er hennara mítt liv. 

"Við mínum royndum sum løgtingskvinna, tvær reisur landsstýriskvinna og borgarstjóri í høvuðsstaðnum, er eldhugurin framvegis har at vera við til saman við øðrum góðum kreftum at gera hetta landið til eitt enn betur stað at virka og liva í."

Annika Olsen ger eisini vart við, at hon gongur inn fyri loysing. 

"Vit hava tørv á altíð at hava Føroyar fremst í huga og sál, og at vit arbeiða fyri einum sjálvbjargnum landi."


Fyrrverandi formaðurin og fyrrverandi krúnprinsessan í Fólkaflokkinum. Christian Andreasen er farin úr politikki, meðan Annika Olsen stillar upp til løgtingsvalið fyri Tjóðveldi. Mynd: Bjarni Árting Rubeksen

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 18. september
Breddin: Sjúk mentan í løgtinginum?
213475
Fríggjadag 18. september
RagnarRokk: Stone Statues um Nothing Is Ever Over
212904
Fríggjadag 18. september
Beinleiðis úr Studio 5 - Lea Eyðbjørg
213464
Hósdag 17. september
RagnarRokk 17.september 2026
212882
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167