Beinta Løwe stillar ikki upp

bannari
Beinta Løwe stillar ikki upp
Íkomna støðan ger, at eg kenni meg ikki aftur í teimum avgerðum, sum eru tiknar í flokkinum seinastu dagarnar, sigur Beinta Løwe í tíðindaskrivi
Beinta Løwe stillar ikki upp til løgtingsvalið 8. desember.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
16.11.2022 - 10:03

Beinta Løwe stillar ikki upp til løgtingsvalið 8. desember.

Tað ger hon greitt í tíðindaskrivi fyri løtu síðani.

Beinta Løwe sigur, at íkomna støðan ger, at hon kennir seg ikki aftur í teimum avgerðum, sum eru tiknar í flokkinum seinastu dagarnar.

Beinta Løwe skrivar: 

"Nú nógv verður gitt um hví eg ikki stilli upp skal eg koma við einari stuttari viðmerking.

Ætlanin hjá mær var at stilla upp, og hesum hevði eg eisini boðað alment frá.

Men í ávísum førum kemur tú í støður, har tú eisini mást halda fast um nøkur grundleggjandi prinsipp, ið tú ikki kanst víkja frá. Eina slíka støðu eri eg komin í nú.

Íkomna støðan ger, at eg kenni meg ikki aftur í teimum avgerðum, sum eru tiknar í flokkinum seinastu dagarnar.

Leiðslan í flokkinum visti hvør áskoðan mín var um hetta málið, tí eg kunnaði leiðsluna beinavegin, ið málið tók seg upp. Tí visti leiðslan eisini, at eg ikki fór at stilla uppaftur, um støðan ikki broyttist.

Um vit politikkarar ikki haldi fast um nøkur grundleggjandi prinsipp viðhvørt so viknar virðingin fyri politisku skipanini.

Eg harmist, men fari at takka øllum teimum, ið hava valt meg, og teimun, sum hava stuðlað mær."

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 12. november
RagnarRokk:Joakim Nilsson um Fever
215561
Hósdag 12. november
Áin, Petur og jólini, Orð og tónar
216333
Hósdag 12. november
Breddin: Kervi+ og fólkaskúlin
216300
Hósdag 12. november
Eitt fræ
216034
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Hósdag 12. november
Veðrið
216328
Hósdag 12. november
Talvið um Tinganes (2:2)
216265
Týsdag 10. november
Veðrið
216210