Vit hava innflutt olju fyri 717 milliónir í ár

Vit hava innflutt olju fyri 717 milliónir í ár
Oljuprísurin er hækkaður nógv, og hetta sæst aftur í innflutningstølunum fyrstu tríggjar ársfjórðingarnar
Dýra oljan sæst aftur í innflutningstølunum. Fyrstu tríggjar ársfjórðingarnar hava vit innflutt olju fyri 717 mió. kr. (Savnsmynd)
 
16.11.2022 - 14:51

Føroyar innfluttu fyri 9,3 milliardir krónur fyrstu tríggjar ársfjórðingarnar í ár, og tað er met.

Hetta eru 39 prosent meira enn í fjør.

Oljuprísurin er hækkaður nógv, og hetta sæst aftur.

Olja var innflutt fyri 717 mió. kr., sum eru 72,5 prosent meira enn í sama tíðarskeiði í fjør.

Innkeypsprísurin fyri gassolju hevur verið nøkunlunda tann sami seinastu mánaðirnar.

Men bensinprísurin er lækkaður nakað síðani juni.

Í september var innflutt fyri 665.000 kr. úr Russlandi. Tað mesta er byggitilfar.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Hósdag 9. juli
RagnarRokk: Mickey Dee um Lex Legion
209720
Hósdag 9. juli
Summarbeiti 9. juli 2026
210735
Hósdag 9. juli
HM-tíðindi 9. juli 2026
210721
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523