Oljufeløg spyrja javnan Jarðfeingi um dátur

Oljufeløg spyrja javnan Jarðfeingi um dátur
Høgi oljuprísurin og høgi gassprísurin gera okkara undirgrund áhugaverda, sigur Umhvørvis- og Vinnumálaráðið
Í vetur er ætlanin at leggja fram uppskot um lóg um grundvatn, sum Jarðfeingi ætlandi skal fyrisita. 
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
21.11.2022 - 08:26

Hetta seinasta árið hevur Jarðfeingi fingið fleri fyrispurningar enn undanfarin ár frá útlendskum oljufeløgum, sum hava áhuga fyri føroysku undirgrundini.

Áhaldandi leitingin í bretskum øki beint við føroyska markið ger, at oljufeløg javnan biðja Jarðfeingi um jarðfrøðiligar dátur.

Og høgi oljuprísurin og høgi gassprísurin gera okkara undirgrund áhugaverda.

Tað hevur Fíggjarnevndin hjá løgtinginum fingið at vita frá Umhvørvis- og Vinnumálaráðnum.

Annars eru nú nøkur ár síðani, at seinasta loyvið at leita eftir olju og gassi í føroyska landgrunninum var latið innaftur.

 

Játtanin eigur ikki at minka

Fíggjarnevndin spurdi eisini landsstýrismannin, um Jarðfeingi skal halda fram við sama virksemi, sama um olja verður funnin ella ikki, tað er, um stovninum nýtist so stóra játtan.

Landsstýrismaðurin svarar, at jarðfrøðingarnir hjá Jarðfengi, sum eru í toyminum, sum fæst við leiting eftir olju og gassi, eisini røkja aðrar uppgávur, millum annað vatnið í føroysku undirgrundini. 

Í vetur er ætlanin at leggja fram uppskot um lóg um grundvatn, sum Jarðfeingi ætlandi skal fyrisita. 

Tískil er Jarðfeingi í løtuni í eini spennandi menning, sum eigur at halda fram, svarar landsstýrismaðurin, sum ikki heldur, at játtanin eigur at minka.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 13. juni
Radio Stjernekilde - Partur 4
209130
Leygardag 13. juni
Morgunlestur leygardagur 13.juni 2026
209286
Fríggjadag 12. juni
Vikuskiftið 12 juni 2026
209654
Fríggjadag 12. juni
Praktikanturin #15: Anna Fríða Magnussen
209647
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 13. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209664
Fríggjadag 12. juni
Veðrið
209653
Hósdag 11. juni
Veðrið
209587
Mikudag 10. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209502