Dáturáðið: Kunning skal vera á føroyskum

Dáturáðið: Kunning skal vera á føroyskum
Dátueftirlitið fer í framtíðini at átala kunning, sum ikki er á føroyskum, og geva kravboð
Dátueftirlitið fer í framtíðini at átala kunning, sum ikki er á føroyskum, og geva kravboð um at broyta kunning á øðrum máli til føroyskt.
 
22.11.2022 - 08:41

Tá føroyingar skulu hava kunning um dátuvernd, skal hon vera á føroyskum.

Tað sigur Dáturáðið.

Á fundi herfyri viðgjørdi Dáturáðið eitt eftirlit við einum dátuábyrgdara. 

Sum liður í eftirlitinum fekk Dátueftirlitið viðkomandi mannagongdir og kunning frá dátuábyrgdaranum. 

Tað mesta var á enskum, hóast málbólkurin var føroyingar.

Dáturáðið kom til ta niðurstøðu, at dátuábyrgdarin skal veita føroysku starvsfólkum sínum skrivliga kunning á føroyskum.

 

Fer at geva kravboð

Sambært lógini um dátuvernd skal dátuábyrgdari tryggja, at allar upplýsingar um viðgerð av persónupplýsingum, sum verða latnar skrásetta eftir lógini, verða latnar á ein stuttorðaðan, gjøgnumskygdan, lætt skilligan og lætt atkomiligan hátt.

Dáturáðið staðfesti, at hetta skal tulkast soleiðis, at kunningin sum meginregla skal vera á føroyskum.

Dátueftirlitið fer í framtíðini at átala kunning, sum ikki er á føroyskum, og geva kravboð um at broyta kunning á øðrum máli til føroyskt. 

Dátueftirlitið kann tó í serstøkum førum loyva, at kunningin verður givin á øðrum máli enn føroyskum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 30. apríl
Sharenting
207472
Hósdag 30. apríl
Sært tú fuglin? III 3:4
207786
Mikudag 29. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207708
Týsdag 28. apríl
Veðrið
207687