Meiri peningur til ferðavinnuna

Meiri peningur til ferðavinnuna
Hóast ferðafólkatalið er nógv vaksið, so heldur Umhvørvis- og Vinnumálaráðið, at játtanin til Visit Faroe Islands eigur at hækka
Ferðafólkatalið er nógv vaksið, og í fíggjarlógini fyri næsta ár verður skotið upp at hækka játtanina til Visit Faroe Islands. Hækkingin skal brúkast til at gerast hagtøl um ferðavinnu.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
22.11.2022 - 10:27

Landið skal brúka fleiri milliónir til ferðavinnuna, ætlaði Umhvørvis- og Vinnumálaráðið.

Í uppskotinum um fíggjarlóg fyri 2023, sum fráfarandi samgonga kom við, verður biðið um 20,2 mió. kr. til Visit Faroe Islands.

Í ár er játtanin 18,4 milliónir krónur.

Fíggjarnevndin hjá løgtinginum sigur, at í 2013 var politisk semja um at seta pening av til serlig átøk at menna ferðavinnuna. 

Tað eydnaðist. 

 

Halda aftur

Nú er avbjóðingin í ávísan mun tann øvugta, at halda aftur og ansa eftir, at vit ikki ganga undir í ferðafólki, sigur Fíggjarnevndin. 

Nevndin spyr, um Umhvørvis- og Vinnumálaráðið heldur, at brúk framvegis er fyri øktari játtan, nú ferðavinnan er komin upp á hægri stig, enn fá høvdu vónað og væntað.

Tað heldur Umhvørvis- og Vinnumálaráðið.

Vøksturin í uppskotinum um fíggjarlóg fyri 2023 fer til at gera hagtøl um ferðavinnu og til at menna vinnuferðavinnu. 

800.000 kr. eru ætlaðar til hagtølini, og ein millón er ætlað vinnuferðavinnuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Leygardag 12. september
Upp á tá - 110926
213150
Leygardag 12. september
Morgunlestur leygardagur 12. september
212707
Fríggjadag 11. september
Vikuskiftið 11 sept 2026
213138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136
Hósdag 10. september
Veðrið
213065