Nú verða samráðingar um sild og makrel

Nú verða samráðingar um sild og makrel
Fyrsti fundur um sildina verður í London 2. og 3. september, og fyrsti fundur um makrelin verður í Reykjavík 7. og 8. september.
Herluf Sigvaldsson er lleiðari í føroysku samráðingarnevndini
 
24.08.2013 - 15:01

Fyrst í september byrja samráðingarnar millum strandalondini um silda- og makrelfiskiskapin næsta ár. Tað er ein mánaður fyri, at ICES kemur við sínum tilmæli um, hvussu nógv kann fiskast næsta ár. 

Ikki so stóran týdning

- Men tað hevur ikki so stóran týdning fyri samráðingarnar, sigur Herluf Sigvaldsson, samráðingarleiðari, tí tilmælið hjá ICES snýr seg um heildarveiðuna av sild og makreli næsta ár, t.e. hvat ICES heldur vera ráðiligt at fiska burtur av stovninum.

Hvussu strandalondini býta heildarkvotuna, er ein samráðingar-spurningur teirra millum, og tær samráðingarnar kunnu byrja, áðrenn greitt er, hvat ICES sigur um TAC´ið. Fyrsti fundur um sildina verður í London 2. og 3. september, og fyrsti fundur um makrelin verður í Reykjavík 7. og 8. september.

Seks fólk í samráðingarnevndini

Í samráðingarnevndini verða Herluf Sigvaldsson, Ásmundur Guðjónsson, Bjørn Kunoy, Eydna í Homrum, Hans Ellefsen og Jan Arge Jacobsen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Fríggjadag 23. oktober
2. partur
215278
Fríggjadag 23. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Søren Manscher
215266
Fríggjadag 23. oktober
Breddin: Grøna orkuskiftið er steðgað upp
215263
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101