Steingja tunnilin um náttina til jóla

Steingja tunnilin um náttina til jóla
Ljósskipanin í Norðoyatunlinum verður skift, og loftið verður skrótað
Norðoyartunnilin verður stongdur um náttina frá 27. november til 22. desember. Tó verður ferðslan leidd igjøgnum annanhvønn tíma.
 
25.11.2022 - 15:06

Norðoyatunnilin verður stongdur um næturnar frá sunnunáttini 27. november og heilt fram til hósnáttina 22. desember.

Í sambandi við, at arbeitt verður við at skifta ljósskipanina, umvæla ventilatorarnar og skróta loftini, steingir tunnilin um næturnar hetta tíðarskeið frá klokkan 22.00 á kvøldi til klokkan 06.00 á morgni. 

Ferðslan verður leidd gjøgnum tunnilin kl. 23, 24, 02 og 04, upplýsir Tunnilsfelagið. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Fríggjadag 30. oktober
LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak)
215666
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672